Svøríki vann 5-0

Trýstið var stórt og støðugt á føroyska liðið, sum ongan málmøguleika hevði

Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð á Gamla Ullevi í Gøteborg, har Svøríki og Føroyar í kvøld hava spælt HM undankappingardyst í kvinnufótbólti.

Hóast máltalvan vísir 5-0, so kenna tær á føroyska liðnum seg ivaleyst ikki at vera heilt misnøgdar. Síðstu ferðirnar hevur svenska liðið verið fyri hørðum ábreiðslum, tí tað hevur gingið so illa at skora mál. Frá fyrsta bríkslið var trýstið ógvusligt, og tá ið hálvur tími var farin, var støðan 4-0.

Tá kendist vandi vera fyri, at tapið skuldi verða metstórt og í hvussu so er størri, enn tað var, tá ið Føroyar fyri stórum mánað síðani taptu 6-0 í Póllandi.

Trýstið var stórt alla tíðina, og føroyska liðið hevði onga roynd ímóti svenska málinum. Hóast eina røð av hornaspørkum, fríspørkum og royndum úr og kring brotsteigin, so skoraði Svøríki bara eitt mál í 2. hálvleiki, og harvið gjørdist úrslitið 5-0 til Svøríki.

---

LIÐUGT!

5-0

90+3) Trýstið er stórt. Bara í tíðini, sum dómarin hevur lagt aftrat, hava tríggjar svenskar royndir verið. 

90) Sigrun K. Kristiansen er komin á vøllin í staðin fyri Ólrunn Danielsen.

85) Fleiri føroyskir spælarar hita upp, og nú er Lív Arge komin á vøllin í staðin fyri Rannvá B. Andreasen (84.).

80) Nú er stutt millum royndirnar ímóti málinum hjá Randi Wardu, sum verjir væl. Eitt ella fleiri mál kennast vera eftir í heimaposanum!

76) Olga Kristina Hansen er komin á vøllin. Hon hevur avloyst Íðunn Magnussen

75) So er eitt korter eftir, og støðan er framvegis 5-0. Gongdin er tann sama, og bólturin er framvegis fyri tað mesta kring og í føroyska brotsteiginum.

70) Tað er støðugt trýst á føroysku verjuna, men oftast eru royndirnar ímóti málinum hjá Randi Qardum ikki serliga neyvar.

65) Lítla løtu undan steðginum skifti Svøríki út fyri fyrstu ferð, og nú hevur heimaliðið skift allar tríggjar út, sum tað er loyvt at skifta.

60) 5-0: Hjohlman 59.

So er 5-0. Tað er framvegis soleiðis, at bólturin bara er á føroysku hálvuni.

55) Randi Wardum stendur seg væl.

52) Randi Wardum í føroyska málinum hevur fyrstu fimm minuttirnar eftir steðgin havt úr at gera, og svenska liðið hevur longu verið tætt við, m. a. eftir hornasparksinnlegg.

Tað mesta og so at siga alt gongur fyri seg í og kring føroyska brotsteigin.

 

46) Mihaela Gurdon Basimamović úr Kroatia hevur bríkslað fyri fyrstu ferð í 2. hálvleiki.

HÁLVLEIKUR

4-0

Tað kom væl við hjá føroysku spælarunum, tá ið dómarin brikslaði fyri hálvleiki. Talan hevur í 1. Hálvleiki  verið um einvegis ferðslu. Fýra minuttir undan steðginum sá føroyski álopsspælarin Heidi Sevdal gula kortið. Hvørki Heidi Sevdal ella nøkur onnur av føroysku spælarunum hava verið í nánd at royna seg ímóti svenska málinum.

Tað er 4-0 til heimaliðið, og svenska liðið hevur havt eina røð av hornasparksinnleggum, góðum frísparksstøðum, og í fleiri førum hava føroysku spælararnir ofrað seg fult og heilt, tá ið tær hava taklað og blokerað.

Takið hjá Jón Paula Olsen, venjara, og Aleksandar Djordjevic, hjálparvenjara, er at seta mót í aftur føroysku spælararnar og at fáa skipað verjupartin av nýggjum. Talan er um sera stóra avbjóðing, nú kvinnurnar fara á vøllin til 2. hálvleik. Tað er vandi fyri, at møðín fer at gera um seg, um svenska liðið heldur fram at spæla við høgari ferð.

30) 4-0: Schelin 30.

Tá ið Rannvá B. Andrasen sá gula kortið, dømdi dómarin fríspark. Eftir innleggið var bólturin beindur í málið, og harvið er 4-0, nú ein hálvur tími er farin!

28) Trýstið er lætnað eitt vet, men tað er framvegis heimaliðið, sum hevur greiða leikliga yvirvág og fleiri vandamiklar deyðbóltsstøður. Føroyska liðið hevur higartil ikki verið í nánd av svenska málinum.

Rannvá B. Andreasen hevur sæð gula kortið.

24) Trýstið er øgiligt, og føroysku spælararnir gera ikki annað enn at blokera og sparka burur! 

20) 3-0: Asllani 18.

Tað stendur á gomlum føroyskum nøglum í Gøteborg. Nú er 3-0, og hesa ferð varð málið skorað eftir hornasparksinnlegg.

17) 2-0: Ilestedt 14.

Føroysku spælararnir roknaðu vit, at talan fór at verða um rættuligt ódnarveður, og soleiðis tykist tað at vera. Nú er 2-0. Hesa ferð varð málið skorað eftir fríspark, sum Ansy Sevdal gjørdi.

13) 1-0: Chelin br 12.

So hevur Svøríki lagt seg á odda. Eftir horna og eitt sindur av aftur og fram bríkslaði kroatiski dómarin fyri brotssparki ímóti Oddrún Danielsen, og svenski liðformaðurin umsetti úr ellivu metrum og til mál.

7) Svøríki hevur verið omaná, og heimaliðið hevur havt skotroynd og horna, men framvegis er tað málleyst.

Tað regnar í Gøteborg, so umstøðurnar eru einki serligar at spæla, serliga hjá føroysku kvinnunum sum ikki eru so vanar at spæla á grasi.

Svøríki-Føroyar

HM undankappingardystur í kvinnufótbólti í Gøteborg 31. oktober 2013 kl. 18.00 føroyskatíð

Svøríki: K. Hammarström – Samuelsson, Fischer, lestedt, Göransson – Sjögran, Dahlkvist, M. Hammarström – Seger – Schelin, Asllani

Føroyar: Randi Wardum, Østerbro Boldklub - Sigrid Jacobsen, KÍ, Malena Josephsen, KÍ, Liljan av Fløtum Petersen, HB, Oddrún Danielsen, Østerbro Boldklub - Íðunn Magnussen, EBS/Skála, Ansy Sevdal, EBS/Skála, Anna Brimnes, AB, Fríðrún Danielsen, EBS/Skála, Rannvá B. Andreasen, KÍ - Heidi Sevdal, HB.

Á beinkinum: Bjarta O. Johannesen, B36, Sigrun K. Kristiansen, EBS/Skála,Lív Arge, HB, Eyðvør Klakstein, KÍ, Laila Pætursdóttir, KÍ, Annika Petersen, KÍ, og Olga Kristina Hansen, Østerbro Boldklub.