Svøríki: Tey Liberalu siga ja til nýggju stjórnina

Við 62 atkøvðum fyri og 30 ímóti hevur floksleiðslan hjá Liberalarna í Svøríki samtykt stjórnarsamstarvið

Í Svøríki hevur floksleiðslan hjá Liberalerna sambært TT tikið avgerði um, at flokkurin fer at siga til Stefan Löfven sum forsætisráðharra fyri nýggju stjórnina í Svøríki við stuðli frá fýra flokkum.

 

62 atkøvður vóru fyri og 30 ímóti.

 

Harvið er leiðin greidd til eina nýggja stjórn við Javnaðarflokkinum og Umhøvrvisflokkinum við stuðli frá Centerpartiet og Liberalerna.

 

Umhvørvisflokkurin hevur eisini samtykt avtalua í dag.

 

Centerpartiet og Liberalerna, sum fingu ávikavist 8,6 og 5,5 prosetn av atkøvðunum á valinum í spetmebr, hava higartil verið partur av borgarliga blokkinum, Alliansen.

 

– Flokkar okkara hava ymisk hugsjónarliga útgangsstøði, men semjast um at verja liberala demokratiska grundarsteinin, verður sagt í 16 síðu longu stjórnaravtaluni.

 

Hjá Centerpartiet hevur Annie Lööf viðurkent, at tað ikki er tann besta loysnin. Men at hon er tann besta loysnin, soleiðis sum støðan er í dag.

 

– Sum øll vita, hava vit havt ein trupla parlamentariska støðu í Svørívki. Vit hava málrættað arbeitt við at loysa stjórnarkreppuna.

 

Valið í Svøríki var 9. september.

 

Floksleiðarin hjá Liberalerna, Jan Björklund, heldur, at uppskotið til stjórnaravtaluna, sum Javnaðarflokkuin, Umhvørvisflokkurin, Centerpartiet og Liberalerna fríggjadagin samdust um, fer at geva meira liberalan politikki.

 

– Ja, tað má eg siga. Hetta ermeira borgarligur politikkur, enn Alliansu-stjórnin førdi á búskaparliga økinum, sigur hann.

 

Á valinum í september gjørdist Javnaðarflokkurin størsti flokkur, borgarligu Moderaterna næststøsti og Svøríkisdemokratarnir triðstørsti flokkur.

 

/ritzau/TT