Svøríki rak russiskt hernaðarflogfar burtur

- At Svøríki nú er væl ankrað í Nato, ger, at flúgvast kundi í donskum loftrúmi fyri at koma skjótt út til russiska flogfarið, sigur svenska loftverjan

- Svensk hernaðarflogfør fóru seinnapartin í dag ímóti einum russiskum hernaðarflogfari, sum fleyg yvir Eystursjónum.

 

Tað skrivar svenska loftverjan  á X, fyrrverandi Twitter, í dag.

 

Svenska loftverjan hevur eisini lagt út eina mynd av russiska hernaðarflogfarinum, sum er viðhefta mynd her á síðuni. 

 

Loftverjan vísir á, at Svøríki nú er væl ankrað í verjusamgonguni, Nato.

 

- Hetta ger, at flúgvast kundi í donskum loftrúmi fyri at koma skjótt út til russiska flogfarið, verður lagt aftrat.