Í gjár fóru tvey svensk Jas 39-flogfør og tvey donsk F-16-flogfør samstundis eftir einum russiskum hernaðarflogfari av slagnum, IL-20 Coot-A.
Tað sigur svenska verjan í tíðindaskrivi.
Lagt verður aftrat, at hendingin fór fram í Eystursjónum, og hetta er fyrstu ferð, at londini saman hava verið í einum slíkum átaki.
Í tíðindaskrivinum verður sagt, at svensku og donsku hernaðarflogførini vórðu send avstað og funnu russiska flogfarið, sum var á veg vestureftir.
Hetta var i økinum millum Svøríki, Sæland og Bornholm.
- Vit síggja javnan, at russisk hernaðarfogfør ferðast yvir Eystursjónum, og tað er okkara rutina at senda flogfør avstað í slíkum føri.
Tommy Petersson, sum er varaleiðari í svensku loftverjuni, sigur í tíðindaskrivinum, at hetta er ein partur av aktivu verjuni í Eystursjónum.
- Átakið saman við donsku flogførunum er eitt prógv um góða samstarvið við donsku verjuna um at tryggja loftrúmið, leggur hann aftrat.











