Svøríki misti ímóti dystarenda

Serbia er úti av EM-kappingini í hondbólti

Svøríki stríddist væl ímóti tí sterka kroatiska liðnum í bólkafinaluni í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum í hondbólti fyri menn, sum verður avgreitt í Danmark í hesum døgum. Men tað gjørdist Kroatia, sum dróg longra stráið í dag. 

 

Svøríki tapti 24-25 ímóti Kroatia, sum sostatt fer víðari í Millumbólk tvey við fýra stigum, meðan Svøríki tekur tvey stig við til millumspælið.

 

Hvítarussland vann 29-23 á Montenegro. Hvítarussland fer við víðari í millumspæli við ongum stigi, meðan Montenegro eru lidnir á hesum sinni.

 

Í innleiðandi bólki C gjørdist talan um ein dramatiskan endaspurt millum Pólland, Serbia og Russland. Frakland vann bólkin við fullum stigatali, og tekur fýra stig við sær til millumspælið. Pólland, Serbia og Russland endaðu øll á tveimum stigum, men tað verður Pólland, sum tekur tvey stig við sær í millumspælið. Russland kemur víðari, men við ongum stigi. Serbia stendur eftir við svartaperi, og eru lidnir í EM-endaspælinum á hesum sinni.

 

Frakland vann 31-28 á Serbia, meðan Pólland vann 24-22 á Russlandi, aftaná at hava verið aftanfyri 10-14 í steðginum. 

 

Í Millumbólki 2 hava Frakland og Kroatia fýra stig hvør, Svøríki og Pólland hava tvey stig hvør, meðan Hvítarussland og Russland einki stig hava.