Tveir spennandi dystir hava verið í millumbólki 2 í EM-endaspælinum í Danmark higartil í dag.
Fyri løtu síðani vann Svøríki 29-27 á Russlandi. Tað gjørdist óneyðuga spennandi, tí Svøríki varð á odda 20-13 í steðginum. Í seinna hálvleiki gekk ein lang løta, har Svøríki ikki fekk mál, og ta einu løtuna var Russland á odda 26-25. Svøríki spældi seg tó uppaftur ta seinastu løtuna, og vunnu við tveimum málum.
Johan Jakobson gjørdist toppskjútti hjá Svøríki við sjey málum.
Fyrr í dag vann Pólland 31-30 á Hvítarusslandi. Hvítarussland var á odda 14-13 í steðginum.
Kroatia og Frakland spæla klokkan 19.15. Kroatia og Frakland hava fýra stig fyri tveir dystir. Pólland og Svøríki hava fýra stig fyri tríggjar dystir, meðan Russland og Hvítarussland einki stig hava.