Svøríki fekk ein mann útvístan og tapti í seinasta sekundinum móti Ukraina, sum nú skal spæla móti Onglandi í fjórðingsfinaluni.
Ukraina koma á odda aftaná ein lítlan hálvan tíma, tá Oleksandr Zinchenko sendi bóltin í málið. Svøríki svaraði aftur við máli frá Emil Forsberg. Hann hevur fingið nógv rós fyri síni avrik til endaspælið.
Tað endaði 1-1 í vanligu leiktíðini. Í longdu leiktíðini fekk Marcus Danielson hjá Svøríki eitt beinleiðis reytt kort. Hann fekk fyrst gult kort, men eftir at hava sæð endurtøkurnar gav dómarin reytt kort. Marcus Danielson royndi ikki at skaða mótstøðuspælaran, men eftir at hann sparkaði bóltin rakti hann Artem Biesiedin í knæið. Artem Biesiedin mátti skiftast út.
Alt bendi á eina brotssparkskapping, men í 120. minutti stútaði Artem Dovbyk eitt innlegg í málið til 2-1. Ukraina er nú víðari til fjórðingsfinaluna og skal møta Onglandi.