Svøríki fær sær markaeftirlit

Fyri at fáa tamarhald á flóttafólkastreyminum, fer Svøríki, frá miðdegi í morgin, aftur at innføra eftirlit við landamørk síni

Á tíðindafundi í kvøld kunngjørdi svenski innanríkisráðharrin, Anders Ygeman, at Svøríki aftur fer at hava eftirlit við mørk síni. Hetta verður gjørt í eini roynd at fáa tamarhald á flóttafólkastreyminum inn í landið.

 

Markaeftirlitið verður fyribils í gildi frá á miðdegi í morgin til 21. novembur.

 

Talið á flóttafólkum á friðskjólarmiðstøðum í Svøríki er nú vorðið so høgt, at svenska løgreglan metir tað vera eina hóttan móti almennari lóg og landaskili.

 

Í fyrsta umfari verður eftirlit við Oyrasundsbrúnna og við fergulegurnar til Danmarkar og Týsklands.

 

- Markaeftirlit fer at geva okkum betri yvirlit yvir móttøkurnar. Vit sleppa undan, at fólk uttan grundarlag at søkja friðskjól koma til landið. Hetta gevur okkum møguleikan skjótari at taka okkum av teimum, ið hava mest brúk fyri friðskjóli, so sum børnum, ið ferðast einsamøll, sigur Mikael Hvinlund frá svenska Migrationsverket. Hann sigur, at sum nú er, hava svenskir myndugleikar ikki tamarhald á, hvussu nógv einsamøll børn eru í landinum.

 

Um markaeftirlitið skal halda á eftir 21. novembur, má ES-kommisjónin loyva tí.