Instagram, Snapchat, Ask.fm og Facebook eru millum teir sosialar miðlar, sum seinastu árini hava vunnið eitt pláss í lívinum hjá milliónum av ungum kring allan heim.
Tað kann tó skjótt gerast søga í Svøríki, har myndugleikarnir arbeiða við einum lógaruppskot, ið hækkar aldursmarkið fyri brúk av sosialum miðlum úr trettan til sekstan ár. Tað skrivar NRK.
Tað er svenski brúkararáðharrin, Per Bolund, ið innan tvey ár vil seta nýggja aldursmarkið í gildi. Um so er, at lógin verður samtykt, so mugu ung undir sekstan ár spyrja foreldrini um loyvi at brúka sosialar miðlar.
Sviar eru tó ikki einsamallir um ætlanina. Tvørturímóti arbeiðir svenska stjórnin við lóggávuni aftaná eina nýggja ES-samtykt, hvørs endamál er at verja børn og ung í sosialum miðlum. Nýggja samtyktin viðmælir nevniliga eitt aldursmark á sekstan ár, men letur limalond sjálv seta eitt aldursmark millum trettan og sekstan ár, sambært NRK.

Svøríki: 16 ára aldursmark til sosialar miðlar
















