Ólavur Hátún og onnur skipa fyri bátaframsýning í Tórsgøtu ólavsøkuaftan.
Talan er í høvuðsheitinum um bátar, sum feðgarnir Poul Johannes og Pól í Nornastovu úr Mikladali smíðaðu.
Serligi føroyski báturin er á leið 400 ára gamal. Bátasmiðir ferðaðust oyggj úr oyggj at smíða bátar gjøgnum øldir. Pápin lærdi sonin og ofta gekk yrkið í arv.
Fleiri oyggjar og bygdir gjørdust kendar fyri bátasmíð, í Nólsoy var eitt slíkt umhvørvi og á ólavsøku vísa svínoyingar mentanararv úr Mikladali, haðani fleiri bátasmiðir gjørdust kendir og skaraðu framúr.
Meira verður kunngjørt seinni, sí eisini ólavsøkuskránna, veit heimasíðan torshavn.fo at siga, og vit kunnu leggja aftrat, at fleiri av bátunum vóru við á famsýningini á útoyggjastevnuni, sum fyri einum stórum ári síðani var í Svínoy. Tá varð henda myndin tikin.