Ólavur í Beiti
Í farnu viku løgdu løgtingsgrannskoðaranir uppskot fram um góðkenning av roknskapinum hjá Telefonverkinum fíggjarárini 1993-97, og siga løgtingsgrannskoðararnir, at øll árini hevur roknskapargrannskoðanin gjørt vart við, at ongar reglur vóru ásettar fyri fíggjardeild telefonverksins. Sambært reglugerðini fyri telefonverkið skuldi landsstýrið áseta hesar reglur í samráð við telefonverksstjóran. Eisini er víst á, at landsstýrið ikki hevði skipað ta umrøddu teknisku nevnd, sum skuldi ráðgeva landsstýrinum viðvíkjandi útbyggingarætlanum.
Og viðvíkjandi keypinum av bygninginum hjá Telefonverkinum á Hálsi frá felagnum P/F Matr.nr. 1381 f/e, verður sagt, at í 1992 vórðu partabrøvini niðurskrivað við uml. 3 mió.kr. til uml. 2 mió.kr. Hetta svaraði til eginognina í felagnum tá.
6 mió. upp
? Í 1994 vórðu partabrøvini niðurskrivað til 0. Grannskoðanin vísti í hesum sambandi á, at sambært ársroknskapinum hjá felagnum fyri 1994 var eginognin negativ við uml. 2 mió.kr. Orsøkin var, at í roknskapinum hjá felagnum var bygningurin niðurskrivaður við uml. 4,3 mió.kr. til 13 mió.kr. Eisini varð upplýst, at í 1994 hevði telefonverkið harumframt avskrivað uml. 2,5 mió.kr. íalt viðvíkjandi áogn hjá felagnum.
? Felagið P/F Matr. nr. 1381 f/e varð tikið av í 1997, og Telefonverkið yvirtók bygningin á Hálsi. Sambært roknskapin fyri 1997 varð bygningurin virðismettur til handilsvirðið og uppskrivaður við 6 mió. kr, verður sagt í frágreiðingini frá løgtingsgrannskoðaranum.
Mælt til broytingar
Roknskapargrannskoðanin hevur seinastu árini gjøgnumgingið týðandi mannagongdir á roknskaparøkinum og mælt til broytingar og ábøtur. Í grannskoðanarfrágreiðingini fyri 1997 verður víst á, at á fleiri økjum eru viðurskiftini ikki komin í rættlag: roknskapargrannskoðanin mælir til at gjøgnumganga og endurskoða mannagongdirnar innan fíggjarøkið, herundir eisini dagføra.
? Viðvíkjandi uppgerð av vørugoymsluni við árslok 1997 er staðfest ókurans og svinn uppá 4,7 mió.kr., og víst verður á, at orsøkin helst er feilskrásetingar, manglandi skrásetingar, manglandi og illa skipaðar leypandi uppteljingar og gjøgnumgongdir fyri ókurans. Mælt verður til, at goymslufunktiónin verður endurskoðað, soleiðis at goymsluskrásetingin verður neyvari og dagførd til eina og hvørja tíð.
Víst verður á fleiri veikleikar viðvíkjandi skráseting av inn- og útgjaldingum. Helst orsakað av skeivum bókingum og skeivum dagfestingum standa fleiri kassakonti í minus við árslok 1997. Bókingarnar av inn- og útgjaldingum í 1997 hava ikki verið ajour, og tað hevur verið trupult at stemma av við pengastovnar, skuldarar og ognarar, siga løgtingsgrannskoðarrarnir.
? Lidnar íløgur verða ognarførdar til kostprís, t. v. s. alt tilfar og øll løn, sum er nýtt til ta einstøku íløguna. Roknskapargrannskoðanin hevur áður mælt til at gera eina meting av virðunum av einstøku íløgunum, fyri ikki at ognarføra t.d. ov nógv nýtta løn og tilfar, ið ikki stendur mát við nyttuvirðið á ognini. Í 1997 mælir grannskoðanin til, at mannagongdin á hesum øki verður strammað upp.
Stórt yvirskot
Og í viðmerkingunum, siga løgtingsgrannskoðararnir, at teir hava heft seg við, at Telefonverkið hevur havt stórt yvirskot seinnu árini, og løgtingsgrannskoðararnir meta, at tað er sera óheppið, um Telefonverkið framyvir nýtir sína ?faktisku monopolstøðu? á fleiri økjum til framhaldandi at uppsamla yvirskot, m.a. fyri at standa ímóti kapping frá øðrum, til bága fyri brúkararnar. Løgtingsgrannskoðararnir vilja tí heita á landsstýrismannin um at ansa eftir hesum og tryggja, at prísirnir á teletænastum verða so lágir sum gjørligt, og helst ikki hægri enn støðið í okkara grannalondum.
? Í landsroknskapinum fyri 1997 eru inntøkurnar frá Telefonverkinum 2,036 mió. kr., svarandi til játtanina, men ongin roknskaparuppseting er, har roknskapartølini eru sett upp samsvarandi sundurgreingini í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið fyri 1997. Ógreiðu játtanar- og roknskaparviðurskiftini viðvíkjandi ?landsfyritøkum? sum heild eru ikki loyst, og løgtingsgrannskoðararnir hava heitt á Fíggjarmálastýrið um at fáa hesi viðurskifti í rættlag framyvir.
Telefonverkið er frá 1. januar 1998 umskipað til alment partafelag, so framyvir verður virksemið hjá Telefonverkinum ikki ein partur av játtanarroknskapinum.











