Svingið í Blómubrekku liðugt

Sambindingarvegurin millum Blómubrekku og Villingardalsvegin verður nú latin upp aftur

Síðani einaferð tíðliga í summar hevur sambindingarvegurin millum Blómubrekku og Villingardalsvegin verið stongdur, tí arbeitt hevur verið uppá fjarhitarørini, sum liggja í vegnum, og samstundis hevur man gjørt tillagingar í svinginum á vegnum, sum hevur verið mett at vera ov krapt.

 

Fjarhitin fylt mest

Sambært Hans Nielsen, býarverkfrøðingi, so kann væntast, at vegurin verður latin upp í  morgin.

-       Tað verður liðugt í morgin, er tað seinasta, sum eg havi fingið at vita. Tað hevur verið ein avbjóðing við asfaltinum, men sum eg havi fingið at vita, so verður asfalterað fyrrapartin í morgin, og so verður latið upp seinnapartin, sigur Hans Nielsen, býarverkfrøðingur.

Hann greiðir frá, at størsti parturin av arbeiðnum hevur snúð seg um fjarhitan.

-       Fjarhitafelagið hevur lagt nýggj rør, og so hava vit nýtt høvi til at broytt svingið, meðan vegurin hevur verið stongdur, sigur Hans Nielsen.