HONDBÓLTUR
Nógv var væntað av teimum trimum norðanlondunum undan HM-kappingini í hondbólti. Danmark var undan kappingini mett millum størstu favorittarnar at røkka hálvfinalunum, meðan bæði Ísland og Noreg vóru mett at kunnu røkka heilt langt. Byrjanin hjá teimum trimum londunum hevur tó ikki verið heilt eftir vild.
Ísland á veg heim
Ísland var endað í bólki B, har teir skuldu møta Fraklandi, Ukreina og Avstralia. Mett var, at kappingin um annað plássið fór at standa ímillum Ísland og Ukreina, tí at Frakland var undan kappingini mett at vera millum størstu favorittarnar at vinna HM-heitið.
Nú er tó líkt til, at Ísland má vinna stórsigur á Fraklandi í síðsta innleiðandi dystinum, fyri at hava nakran møguleika at tryggja sær víðari luttøku til millumspælið. Grannarnir fyri norðan fingu eina góða byrjan, tá teir vunnu stórsigur á Avstralia, men í næsta dystinum taptu teir fyri Ukreina. Tí eru teir endaðir í teirri keðiligu støðu, at ein stórsigur er kravið í síðsta dystinum, tá teir møta sterku fransunum.
Kapping millum Danmark og Noreg
Í bólki E vóru hini bæði Norðanlondini, Danmark og Noreg, endað í bólki saman. Hini bæði liðini vóru Ungarn og Angola, og undan kappingini vóru Danmark og Noreg mett sum sterkastu liðini í bólkinum.
Eftir fyrstu tveir dystirnar er tó greitt, at Ungarn hevur tryggjað sær sigurin í bólkinum við sigrum á bæði Danmark og Noreg. Í síðsta dystinum møta ungararnir Angola, og her verður roknað við, at Ungarn fer at vinna stórsigur.
Tað vil siga, at tey bæði grannalondini, Danmark og Noreg, skulu kappast um síðsta plássið í millumspælinum. Dysturin millum tey bæði liðini verður á skránni í kvøld, og vinnarin av dystinum tryggjar sær víðari luttøku til millumspælið. Endar dysturin við javnleiki, so verður tað Noreg, sum kemur víðari.