Gallaveitsla
Eftir FM-kappingina, sum verður komandi vikuskifti, fer eisini svimjingin at hava sína gallaveitslu. Hetta er veitslan, har svimjarar sjálvandi fyrst og fremst kunnu hittast og práta um svimjiárið, sum tá er av, og so er tað eisini her, at bestu svimjararnir verða funnir.
Skriv er sent ymsu feløgunum, har tey skulu siga frá, hvussu nógvir luttakarar koma til veitsluna, sum er ætla svimjarum, hjálparfólkum, nevndarlimum, stuðlum og øðrum, sum onkursvegna vara at svimjingini.