At svimja á sjónum er ikki eindømi í nakrari ávísari bygd ella býi í Føroyum. Tað gera tey nevniliga fleiri staðni, og serliga eru tað kvinnur, sum her ganga á odda.
Í Sandágerði í Havn svimja kvinnur regluliga á sjónum, og tað gera kvinnur eisini á Malarenda í Nólsoy, bæði summar og vetur.
Eisini aðrastaðni í Føroyum verður regluliga svomið á sjónum, eitt nú í Vestmanna, har hetta hevur verið gjørt í fleiri ár.
Um vikuskiftið vóru kvinnur, sum plaga at svimja í Sandágerði í Havn, í Nólsoy og vitjaðu kvinnurnar, sum regluliga svimja á Malarenda í Nólsoy.
Hetta var eitt rættiligt svimjitreff, og eftir myndunum á facebook-profilinum - Nólsoy í myndum - at døma, stuttleikaðu tær sær óført.