Svimjisambandið og Tryggingarfelagið misnýta Pál

- Pál Joensen verður misnýttir av Tryggingarfelagnum og av Svimjisambandinum. Tað er beinleiðis groteskt, halda Jón Bjarnason og Marlon Kjærbo.
Pál Joensen hevur seinastu vikurnar verið í London, har hann hevur luttikið í OL. Men Pál er einasti svimjari á danska landsliðinum, sum ikki hevur ein høvuðsstuðul. Hóast tað kann tykjast sum at Tryggingarfelagið Føroyar er høvuðsstuðul hjá Pál Joensen, so er tað kortini ikki veruleikin. Tryggingarfelagið er høvuðsstuðul hjá Svimjisambandið Føroyar, og fær harvið loyvi til at nýta myndir av Páli – uttan at Pál fær eitt oyra fyri ómakin.

Pál Joensen hevur seinastu vikurnar sett Føroyar á heimskortið, nú hann hevur verið til OL í London. Hóast myndir av Pál vóru at síggja á nærum øllum føroyskum tíðindaportalum, stórskíggjum og bløðum, so hevur Pál Joensen ongan høvuðsstuðul.

Fleiri fyritøkur hava verið sera sjónligar í samband við OL luttøkuna hjá Pál – harímillum Tryggingarfelagið Føroyar, sum hevur havt fleiri lýsingar í bløðunum, á portal.fo og aðrastaðni, har tey vísa eina mynd av Páli, og samstundis ynskja honum góða eydnu.

Tryggingarfelagið er høvuðsstuðul hjá Svimjisambandi Føroya, sum hevur givið Tryggingini loyvi til at nýta myndir av Páli sum teimum lystir – uttan at Pál hevur fingið nakrar pengar fyri hetta.

Hetta hevur fingið øði í mong, og ein teirra er Jón Bjarnason, venjari hjá Pál.

- Hetta er beinleiðis groteskt, og kemur undir misnýtslu av Pál, heldur Jón Bjarnason.

Jón Bjarnason visti ikki av hendingini, fyrr enn eitt umboð frá Danska Svimjisambandið spurdi hann um fíggjarligu støðuna hjá Pál.

Umboðið hjá Danska Svimjisambandinum vísti á, at donsku Rikke Møller Pedersen og Jeanette Ottesen, sum svimja fyri danska landsliðið, báðar eru við í einari lýsing hjá Danish Crown, sum í hesum døgum ynskir teimum hjartans eydnu á OL. Tær báðar fáa eina góða løn fyri hesar lýsingarnar.

- Aðrastaðni kemur tað ikki uppá tal, at professionellir svimjarar skulu stilla upp til myndatøkur og annað, uttan at fáa løn fyri tað, sigur Jón Bjarnason.

Eisini formaður í SuSvim Marlon Kjærbo heldur, at Pál er blivin misnýttir hesar dagarnar.

Eftir hansara tykki er tað Tryggingarfelagið, sum hevur misnýtt Pál, og tað við “goodwill” frá Svimjisambandinum.

- Tryggingarfelagið hevur profilerað seg við Pál Joensen, og Svimjisambandið hevur gjørt eitt álvarsamt mistak við at loyva hesum, sigur Marlon Kjærbo.

Sambært Marlon Kjærbo er støðan tann, at Pál Joensen ikki hevur fingið nakran persónligan fíggjarligan stuðul í samband við OL.

Svimjisambandið hevur skyldina

Pál Joensen hevur í dag ongan høvuðsstuðul. Eingin áhugi hevur verið fyri at stuðla honum, hóast hann var einasti føroyingurin í OL.

- Tað er heilt ótrúliga flott av føroyingum, at eingin privat fyritøka vil stuðla Pál, heldur Kaj Joensen, pápi Pál Joensen, speiskliga fyri.

Jón Bjarnason heldur, at Svimjisambandið hevur ábyrgdina av, at eingin vil stuðla Pál.

- Tú kanst gott siga, at Svimjisambandið hevur skyldina av, at Pál ongan høvuðsstuðul hevur, sigur Jón Bjarnason.

Hetta sigur hann, tí hann metir tað verða sera óheppið, at Svimjisambandið kann gera avtalur við sterkar fyritøkur uttanum Pál.

- Tryggingarfelagið og aðrar fyritøkur stuðla Svimjisambandinum, og har fáa tær loyvi til at nýta myndir av Pál so galið tær vilja, sigur Jón Bjarnason.

Jón Bjarnason heldur, at Svimjisambandið beinleiðis misnýtir Pál, og fær pening inn orsaka av hansara harða arbeiði.

- Svimjisambandið brúkar ikki pengarnar uppá Pál, og neyvan uppá nakran annan svimjara í Føroyum, so eg ivist í hvat hasir pengarnir yvirhøvur fara til, sigur Jón Bjarnason.

Hann leggur aftrat, at eftir hansara tykki eigur hatta málið at enda í rættinum, so ein dómari kann taka støðu til, um Svimjisambandið hevur loyvi til at brúka myndir av Páli, sum teimum lystir.