Svimjisambandið keypt útgerð til at máta kondital við

Útgerðin er væl egnað til allan ítrótt

Svimjisamband Føroya hevur keypt sær mátiútgerð, sum kann finna kondital hjá íðkarum. Nýggja útgerðin er ein mobil loysn til at máta og greina iltupptøku hjá íðkarum, og útgerðin er væl egnað til annan ítrótt enn svimjing eisini.

 

Tað eru nakrar serligar maskur við einum munnstykki, sum eru bílagdar frá kanadisku VO2Master. Hetta er liður í FINA OASP verkætlan til at byggja eina røð av testum til føroyskar svimjarar. 

 

Svimjisambandið skrivar, at útgerðin er áhugaverd, tí hon ikki krevur eitt stórt og dýrt apparat, men sum í staðin kann máta sjálv og senda úrslitini beint til teldu ella teldil.

  

- Um hon riggar sum ætlað, so kunnu vit gera hesar royndir fyri so vítt allastaðni, sum vórðu gjørdar á iNOVA á sinni. Útgerðin er ikki vatntøtt, men sóu vit tó eitt dømi um nýtslu í svimjihyli í Kanada, har mált varð á kantinum ímillum svimjingar, og har iltupptøkan so varð framroknað, skrivar Svimjisamband Føroya á heimasíðu síni.