Tað eydnaðist ikki at avgreiða kappsvimjingina um Nólsoyarfjørð um vikuskiftið, soleiðis sum ætlanin annars var. Leygardagin, tá svimjast skuldi, vóru veðurlíkindini ikki til at svimja á opnum havi, og tí varð í fyrstu atløgu valt at bíða til sunnudagin. Heldur ikki tá gekst eftir vild, og nú verður svimjingin fyribils flutt tvær vikur fram. Komandi vikuskifti er annars ovastevna í Nólsoy, men tá er harður streymur, og tí verður heldur ikki svomið tá.