Kapping og roysni
Í ár er fimta árið á rað, at skipað verður fyri kappsvimjing um Nólsoyarfjørð. Tiltakið fellir ikki saman við Ovastevnuna 2002, tí ov harður streymur er tá.
Kappinging um vinnaraplássið er hørð - men sjálvsagt ber eisini til at luttaka fyri at royna roysni.
Í fjør vóru átta luttakarar, og fimm teirra svumu allan teinin. Dia Jacobsen setti nýtt met, tá ið hann svam undan átta øðrum svimjarum og við tíðini 1:20:27 steig á land í Nólsoy.
Hinir svimjararnir, vóru: Bogi Lenvig (1:35:16), Erlendur Simonsen (1:47:17), Kári Simonsen (1:50:10), Gunnar Waagstein (1:58:06), Rannvá Jacobsen (2:13:24), Tommy Andreasen, Katrin Sørensen og Gunnar Dahl Olsen.
Teir svimjarar, ið møguliga ikki vinna beint á portrið ella keiøkið, mugu gera sítt ítarsta, at renna seinasta teinin, tí tíðin verður tald, til luttakarin er í heiðursportrinum.
Fastur táttur
Sigast kann, at svimjingin um Nólsoyarfjørð nú er vorðin føst kapping í sambandi við Ovastevnuna - tó, at kappingin í ár er vikuskiftið eftir. Hetta er ógvuliga nátúrligt, tá ið hugsað verður um, at stevnan verður fyriskipað at fáa til vega svimjihylin, ið Ove Joensen lovaði nólsoyingum.
Nakað er eftir á mál at byggja svimjihylin lidnan, men stuðlanevndin, ið skipað hevur fyri Ovastevnuni hesi árini, hevur gott mót. Fyri hvørt ár eru fleiri stevnugestir, og tiltøkini verða eisini fleiri, at gestirnir skulu hugna sær sum best.
Leygardagin 17. august, kl. 12 verður skotið av!
Hevur tú áhuga at luttaka í svimjingini um Nólsoyarfjørð, so er at venda sær til Erlend Simonsen (tlf. 310644) ella Jákup av Skarði (tlf. 327171/ 217001).
Tú skalt fáa tær til vega: Froskmanna- ella triatlonbúna, bát (min. 6-mannafar) v/ vhf-sendiútgerð og harafturat skulu tvey vaksin verða í bátinum, sigur Jákup av Skarði, sum er ein av fyrireikaranum av Ovastevnuni í Nólsoy.