Starvsnevndin hjá Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka 20 svimjarar við til Danish Open 2018, sum verður í Bellahøj Svømmestadion í Keypmannahavn frá 12. til 15. apríl 2018.
Svimjararnir fáa sum upptakt til hesa luttøku bjóðað luttøku eisini á venjingarlegu í Vági, vikuskiftið 16. til 18. mars 2018, undir leiðslu av sínum venjarum og Páli V. Joensen.
Teir 20 svimjararnir eru:
Havnar Svimjifelag: Alvi Hjelm (1996), Beinta P. Debes (1997), Eyðrið Mortensen (2003), Johan N. Dam (2002), Lena Rannváardóttir (1998), Marius I. Gardshodn (1998), Niels Nattestad (1998), Óli Mortensen (1996), Vár E. Eidesgaard (2001)
Ægir: Barbara Debes (2002), Rebekka Trygvadóttir (2004), Rókur Trygvason (2000), Signhild Joensen (2000), Sólvá A. Sigurðsson (2002)
Suðuroyar Svimjifelag: Alisa Vestergård (2003), Rani Jacobsen (2001), Róland Toftum (1998), Sára R. Nysted (2001)
Reysta: Ásbjørg Hjelm (1999)
Flot: Birita Debes (1995)