Sum eina roynd gjørdi Miðnámsskúlin á Kambsdali í fjør av at stovna eina ítróttabreyt, har undirvísingin varð skipað soleiðis, at umstøður og tíð til venjing var væl størri, enn hon vanliga er hjá einum miðnámsskúlanæmingi.
Byrjað varð við fótbólti, og hetta hevur riggað somikið væl, at avgerð er tikin um at halda fram við breytini.
Hartil er tilboðið nú økt, soleiðis at svimjing eisini er partur av tilboðnum.
Næmingarnir venja tveir fyrrapartar um vikuna umframt sjálvsagt venjingina úti í feløgunum og hava ástøðiliga frálæru um m.a. venjingar-, krops- og kostlæru ein fyrrapart. Samanlagt er talan um 6 tímar um vikuna, sum eru knýttir at ítróttarbreytini.
Afturat hesum verður skipað fyri setursskúla og uttanlandsferð, ið samstundis eru venjingarlegur. Harafturat ger ítróttarbreytin tað lættari at til rættarleggja gerandisdagin hjá virknum ítróttarungdómum.
Í hesum skúlaárinum hava fótbóltsleikararnir verið á væleydnaðari venjingarlegu í Aalborg hjá Aab. Har vandu teir hvønn dag; búðu og ótu á Aab college saman við javnaldrandi donskum íðkarum; vóru til dystir og eygleiddu og luttóku í venjingum hjá Aab.










