Hetta vikuskiftið er Køge Open 2018 í svimjihallunum í Køge og Herfølge, og nógvir aðrir føroyskir svimjarar luttaka eisini. Tey tátta í eini 40 ungir svimjarar úr Ægir, Havnar Svimjifelag og svimjifelagnum Reysta, sum fara at kappast ímóti serliga dønum og svium hesar fimm stevnupartarnar til og við sunnukvøldið, skrivar svimjing.com.
Les eisini: Kristina gull og persónligt met
Tey hava nú avgreitt annan dagin á Køge Open 2018. Føroysku svimjararnir hava megnað at vunnið eina rúgvu av heiðursmerkjum, í svimjihallunum í Køge og Herfølge. Svimjing.com hevur sett flestu av heiðursmerkjunum upp her. Tað blívur til minst trý gull, trý silvur og seks bronsuheiðursmerki.
Hesin listin telur ikki gullheiðursmerki hjá Kristinu í Skála, sum setti persónligt met, tá hon við tíðini 2:23.24 vann 200 metrar rygg.
Leygarmorgun í Køge:
- Í 200 bringu vann Niklas Jógvan Arge úr HS bronsu í aldursbólkinum 14-15 ár, við tíðini 2:50.16
- Í 200 firvald vann Malan Jóhansdóttir úr Ægir silvur í bólkinum 15 ár og eldri, við tíðini 2:34.67, og Jonna Joensen bronsu í bólkinum 13-14 ár, við 2:46.85
Leygarmorgun í Herfølge:
- Í 25 metrar frí vunnu Líggjas Joensen úr Reysta og Jógvan í Skála silvur og bronsu í aldursbólkinum 11 ár og yngri, og Heini M. Askham úr Ægir bronsu í bólkinum 12-13 ár
Leygarkvøld í Køge:
- Í 100 metrar blandað vann Elisabeth Erlendsdóttir úr HS gull í aldursbólkinum 13-14 ár, við tíðini 1:10.30
- Í 50 metrar bringu vann Niklas Jógvan Arge úr HS bronsu í bólkinum 14-15 ár, við tíðini 33.89
- Í 100 metrar rygg vunnu Kristina í Skála og Elisabeth Erlendsdóttir úr HS gull og silvur í bólkinum 13-14 ár, við tíðunum 1:06.54 og 1:08.44
- Í 100 metrar frí vann Jonna Joensen úr Ægir bronsu í bólkinum 13-14 ár, við tíðini 1:03.14