Tilsamans tólv svimjarar eru við í ferðalagnum, og teir skulu luttaka í eini kapping í Hetlandi, sum nevnist OSFS.
Hetta er ein kapping fyri svimjarar í aldrinum 12-15 ár, og svimjararnir eru úr Orknoyggjunum, Hetlandi og Føroyum.
Kappingin verður hildin annaðhvørt ár, og kappingarnar eru á 50 metra teinum. Kappingin er týsdagin og mikudagin, og svimjararnir koma heimaftur mikudagin.
Luttakandi svimjararnir eru allir á landsliðnum, sum hevur verið á venjingarlegu í Havn alt undanfarna vikuskiftið. Petur Heðin á Fløtti er við sum venjari.
Svimjararnir eru hesir:
Jón Absalonsen HS
Per S. HansenFlot
Hanus EysturdalHS
Jákup MohrFS
Aksal NorðfossHS
Rúni K. HansenHS
Elisabeth RasmussenHS
Helga DjurhuusHS
Lisbeth JoensenHS
Karin K. EysturbergTS
Elida BjarnadóttirHS
Sunrid KærbechVS