Svimjikapping tvørtur um Skálafjørðin

Svimjikapping tvørtur um Skálafjørðin
Sunnudagin á eystanstevnu, 16. juni klokkan 15, skipar Svimjifelagið Flot fyri havsvimjing tvørtur um Skálafjørð

Í svimjikappingini verður svomið frá Sjógv og inn í havnina í Runavík. Teinurin er umleið 1,6 kilometrar langur.
Her er lítið og einki rák, og seinasti teinurin verður svomin fram við landi.
Hetta er triðju ferð, at Svimjifelagið Flot skipar fyri svimjikapping um Skálafjørðin, men hetta er fyrstu ferð, at svomið verður á eystanstevnu.
Fyrireikararnir siga, at meðan svomið verður, eru skjóttgangandi bátar frá bjargingarfelagnum og at ansa svimjarunum og soleiðis tryggja, at teir koma trygt vegin fram.
- Til ber at skifta í róðrarneystinum á Glyvrum frá klokkan 14, og klokkan 14.45 verða allir svimjararnir sigldir yvir á Strendur.
Luttøkugjaldið í kappingini er 100 krónur, og tilmelding fer fram hjá forkvinnuni í Svimjifelagnum Flot, Heidi Jacobsen á tlf. 228537 ella á heibu@olivant.fo - í seinasta lagi 12. juni.