Svimjikapping á Toftum

-

Um vikuskiftið skipaði svimjifelagið FLOT á Toftum fyri svimjikapping.

Øll svimjifeløg í landinum høvdu upprunaliga boðað frá luttøku, men orsaka av ferðsluvanlukkuni har suðuri fríggjadagin, tók Tvøroyrar Svimjifelag sína luttøku aftur, og merkti hetta eisini, at eingi endalig úrslit fyri Grand-Prix kappingina fyriliggja.

Hetta merkti sjálvsagt, at kappingin mátti umskipast nakað, men frá fyrireikarunum frætta vit, at so at siga eingir trupulleikar vóru við at avgreiða kappingina.

Tikið samanum gjørdist tað Havnar Svimjifelag, sum streyk avstað við flestu heiðursmerkjunum í kappingini, við tað at tey vunnu heili 19 av teimum kappingum, sum vórðu fyriskipaðar. Býti av heiðursmerkjum var annars soleiðis:


GullSilvurBronsa


HS191014

Skeggjar1071

Ægir235

VS022

FS011

Innan einstøku bólkarnar vóru sjálvsagt nakrir svimjarar, sum gjørdu meira um seg enn aðrir, og m.a. vunnu Elspa Mørkøre úr Skeggjum og Helga Djurhuus úr HS ikki færri enn fimm gullmerki hvør. Harumframt vóru eisini fleiri aðrir svimjarar, sum vunnu sær fleiri heiðursmerki, og skulu vit nýta høvi til at ynskja øllum vinnarunum hjartaliga tillukku.


Árið farið at halla

Svimjiárið er nú farið at halla, men framvegis eru nakrar kappingar eftir at avgreiða, áðrenn fiskarnir kunnu fara í summarfrí.

Tær báðar størstu eru smáunglingameistarakappingin, ella SUM, sum verður hildin í Klaksvík um mánaðársskiftið mars/apríl, umframt FM-kappingin, sum verður í Havn 19. til 21. mei.

Ananrs frætta vit av Toftum, at tey ætlandi skulu hava eina svimjikapping tvørtur um fjørðin einaferð í vár, men meira verður helst at frætta um hetta seinni.