Svimjikapping í Leirvík

Tíðindaskriv

Árliga Rekastevnan hjá Svimjifelagnum Reki í Leirvík verður nú um vikuskiftið
Hetta er kapping fyri bólkarnar 1, 2 og 3 og einir 195 svimjarar úr øllum 8 svimjifeløgunum fara at luttaka.
Byrjað verður fríggjakvøldið kl. 20 við bólki 3. Tey halda fram kl. 9 leygarmorgunin. Tá tey eru liðug, svimur fyrst bólkur 1 og síðan bólkur 2.
Hetta er triðja Rekastevnan, síðan Svimjifelagið Reki bleiv endurstovnað. Áhugin fyri svimjing er stórur í Leirvík, serliga tí tað hevur gingið sera væl hjá svimjarunum í bólki 1 og 2. Tí vónar Reki, at fólk fara at koma fjølment at hyggja eftir kappingini.