Svimjikapping í Gundadali

? ? ?

Fríggjadagin 2. okt. og leygardagin 3. okt. skipar Havnar Svimjifelag fyri svimjikapping í Svimjihøllini í Gundadali.

Kappingin byrjar fríggjakvøldið kl. 20.00 og heldur fram leygarmorgunin kl. 09.00.

Ókeypis atgongd.

Í samband við kappingina verður svimjihøllin stongd fríggjakvøldið kl. 18.00 og letur ikki uppaftur fyrr enn leygardagin kl. 14.00.

Barnavenjingin hjá Havnar Svimjifelag leygardagin 3. oktober verður tó sum vant.