Í svimjihylin við pinkubarni

Hetta er hent at vita

At svimja við teimum allar minstu er bæði hugnaligt og gagnligt fyri bæði foreldrini og pinkubarnið. Danski miðilin Alt om Børn nevnir á heimasíðuni fýra góðar orsøkir til at fara í svimjihylin við teimum minstu:

 

 

1. Tað er ein hugnaligur aktivitetur, sum familjan kann gera saman

 

2. Barnið missir ikki gleðina við at hugna sær í vatni

 

3. Svimjingin stimbrar menningina av rørslu, sosialum evnum og innlæring

 

4. Barnið verður tilvitað um framfýsni og sjálvbjargni

 

 

Les eisini:Smáu hyljarnir í Gundadali heitari

 

 

Alt for Børn skrivar, at fyri at fáa sum best burturúr, so er  umráðandi fyri barnið, at tørvurin hjá barninum kemur fyrst, og at barnið hvørki skal kappast ella avrika nakað.

 

 

Foreldur kunnu fara við barninum í svimjihøllina, tá sárið á nalvanum er lekt. Tað er tó rumráðandi at hava í huga, at rúmið og vatnið ikki er ov kalt. Alt for Børn viðmælir, at vatnið er millum 32 til 34 hitastig. Tað skal ikki verða undir 30 hitastig. Best er um luftin eisini liggur um tey 30 hitastigini, og at ongin gjóstur er í hølinum. Børn undir 6 mánaðir mugu ikki verða í hylinum í longri enn 30 minuttir.