Um fimm ár verður ein svimjihylur klárur at taka í nýtslu við Løkin í Runavík.
Tað var ein boðskapur á borgarafundi í Runavík týskvøldið.
Á borgarafundinum varð upplýst, at á eini langtíðar byggiætlan hevur býráðið sett 50 milliónir krónur av til svimjihøll við Løkin.
Eftir ætlanini skal høllin standa liðug at taka í nýtslu í 2020.
Tað hevur verið tosað um svimjihøll í Runavík í eitt mannaminni, men tað var týðiligt á borgarafundinum, at býráðslimir hava sett sær fyri, at nú skal tað vera.
Tað er eisini trúligt, at svjimjihøllin verður framskundað eitt ár, ella so.
Talan er um eina svimjihøll við einum 25 metra hyli, akkurát sum svimjihøllin í Gundadali, og aðrar svimjihallir kring landið.
Á borgarafundinum varð heitt á býráðið um heldur at gera eina svimjihøll við einum 50 metra langhyli, tí mett varð, at tað fór at draga enn meiri fólk til sín.
Men tað heldur Helgi L. Petersen, býráðslimir ikki. Hann vísir á, at tey fólk, hann hevur tosað við, mæla staðiliga til at gera ein 25 metra hyl.
- Ein langhylur upp á 50 metrar er til ein evarska lítlan part av fólkinum, sigur Helgi L. Petersen.
Hann sigur, at tey tilmæli, hann hevur fingið, er, at kommunan skal heldur brúka peningin upp á eina svimjihøll til ta stóru fjøldina av fólki.
- Nógv av teimum, sum brúka ein svimjihyl, eru kanska mammur við smábørnum, sum enntá bara halda seg til tann grunna barnahylin, sum bara er einar 60 sentimetrar djúpur, sigur Helgi L. Petersen.