Svimjihøllin skal hava nýtt vælveruøki

Klaksvíkingar ætla ikki, at nógvu møguleikarnir í Klaksvíkar Svimjihøll skulu steðga her, tó at høllin longu hevur nógv, sum aðrar svimjihallir ikki hava.

Klaksvíkingar ætla ikki, at nógvu møguleikarnir í Klaksvíkar Svimjihøll skulu steðga her, tó at høllin longu hevur nógv, sum aðrar svimjihallir kring landið ikki hava. Arbeitt verður nevniliga við einum nýggjum vælveruøki, sum pláss er sett av til.

 

- Her ætla vit at hava ein stóran sonevndan terapihyl við vatni, sum fer at liggja um eini 38 til 40 stig. Hetta er ein verkætlan, sum vit arbeiða við í løtuni. Eg havi skilt, at politiski myndugleikin í kommununi er ógvuliga áhugaður, og tað verður eisini myndugleikin, ið kemur at gera av, nær nýggja vælveruøkið verður veruleiki.

 

Sjálvur vónar Torkil Mørkøre, leiðari í Klaksvíkar Svimjihøll, at hetta arbeiðið kann fara í gongd í nærmastu framtíð.

 

- Við nýggja vælveruøkinum fara vit at leggja vit okkum eftir at røkka einum nýggjum málbólki. Hetta eru fólk, sum hava brúk fyri vælveru, eitt nú vegna sjúku ella skaðar. Tó verður tað ikki soleiðis, at tú neyðturviliga skalt feila eitt hvørt fyri at sleppa inn á vælveruøkið. Tað eru jú ikki øll, sum tíma at gerast partur av einum “systemi”, og tí verður hetta eitt øki, sum øll kunnu fáa nyttu av, sigur Torkil Mørkøre.