Svimjihøllin í Havn letur upp aftur

Í morgin letur svimjihøllin í Havn upp aftur, eftir at hon hevur verið stongd síðani 12 mars

Tað verður tó við ávísum avmarkingum, at svimjihøllin í Gundadali letur upp aftur. Ein avmarking er, at í mesta lagi 50 fólk sleppa at vera  inni samstundis.

Upplatingartíðirnar verða eisini avmarkaðar.

Tað verður ikki møguligt at nýta hitarúmið, gosbaðið ella kalda karið fyribils, og annars verður mælt til, at tey vitjandi fylgja ásetingunum um fjarstøðu og reinføri.