Svimjihøllin 25 ár í dag

Í Gundadali er ókeypis svimjing á skránni í dag, nú tað er fjórðingsøld síðani, at Svimjihøllin í Gundadali varð tikin í nýtslu Í dag, týsdagin 18. desember, eru 25 ár liðin, síðani Svimjihøllin í Gundadali varð tikin í nýtslu.

Dagurin verður eitt nú hildin við, at tað verður ókeypis at svimja í dag. Almenn svimjing er frá klokkan 6.45 og til klokkan 9.00 og aftur frá klokkan 15 og til klokkan 20.

Móttøka verður í høllini fyrrapartin frá umleið klokkan 10.

Svimjihøllin varð fyri fjórðingsøld síðani bygd á økið, har hondbóltsvøllurin í Gundadali hevði verið frammanundan.

Umleið hálvt annað hundrað túsund vitja høllina á hvørjum ári.

Heri Lava Olsen er leiðari í svimjihøllini. Tað hevur hann verið síðani í 1985.