Svimjing
Um vikuskiftið hava Esther Gaard Hansen og Heidi Andreasen verið til altjóða kapping í Sheffield, Onglandi. Umleið 300 svimjarar úr 10 ymiskum londum luttóku. Í fjør var hetta seinasta styrkisroyndin undan Paraolympisku leikunum í Sydney, og tá var kappingin enn sterkari, enn hon var í ár. Kappingin í ár var tó eisini hørð, tí fyri flestu svimjararnar varð hetta nýtt sum seinasta styrkisroyndin undan EM, sum verður í Stockhol í døgunum 31. juli til 6. august.
Kappingin er soleiðis háttað, at stig verða latin fyri heiðursmerki, og trý tey fremstu londini í so máta vóru Bretland, Póland og Danmark.
Hesaferð var tað serliga Esther, sum betraði um sínar tíðir. Hon vann vann eisini eitt gullmerki, eitt silvur- og eitt bronsumerki. Eisini gjørdist hon nummar fýra í 400 metra bringusvimjing.
Heidi stóð seg serliga væl í 50+ og 100 metra frísvimjing, og í alt vann hon fýra gull- og eitt silvurmerki.
Sum tað framgongur av úrslitunum niðanfyri, so stóðu føroysku svimjararnir seg sera væl. Til EM kann tó roknast við, at kappingin verður væl harðari, tí í Sheffield restaðu hóast alt nakrir av sterkastu europeisku svimjarunum.
Fram til EM halda Heidi og Esther á fram at vena fram til 20. juli, áðrenn seinastu fyrireikingarnar verða gjørdar á venjingarlegu á Sisilia, har tær skulu venja saman við danska svimjilandsliðnum.
Úrslitini í Sheffield:
100 m firvald
1 Esther Gaard Hansen Føroyar 1.28,00
2 Syreeta v. Amelsvoort Holland 1.31,27
3 Aneta Michalska Póland 1.31,65
200 m blandað
1 Heidi Andreasen Føroyar 3.09,8
2 Esther Gaard Hansen Føroyar 3.10,93
3 Aneta Michalska Póland 3.15,07
400 m frí
1 Heidi Andreasen Føroyar 5.28,73
2 Aneta Michalska Póland 5.46,16
3 Magda Jaroslawska Póland 5.46,29
100 m frí
1 Heidi Andreasen Føroyar 1.11,43
2 Aneta Michalska Póland 1.17,43
2 Cesilie Drabsch Noreg 1.17,82
50 m frí
1 Heidi Andreasen Føroyar 0.33,00
2 Cesilie Drabsch Noreg 0.33,97
3 Pernille Thomsen Danmark 0.34,18
100 m rygg
1 Chantal Boonacher Holland 1.26,65
2 Heidi Andreasen Føroyar 1.27,23
3 Esther Gaard Hansen Føroyar 1.34,08