Svimjing
Til eina svimjikapping krevst nógv hjálparfólk. Við dómarum,tíðtakarum o.ø. er tørvur á okkurt um 15-20 fólkum til hvørja kapping.
Ein av teimum, ið hevur virkað sum høvuðsdómari gjøgnum nógv ár, varð Jon Hestoy. Jon hevur eisini verið altjóða dómari síðan ár 2000 og hevur hann tískil dømt fleiri kappingar uttanfyri landoddanar eisini.
Saman við Jon, hevur Sørin S. Djurhuus í nógv ár virkað sum startari. Sørin hevur so tikið eftir Jon til fleiri av okkara heimligu kappingum og er hann í dag eisini altjóða startari og yvirdómari.
Hetta seinasta árið hava teir báðir, Jon og Sørin, arbeitt við at føroyska frálærutilfar, sum kann nýtast til tey, ið hava hug at fáa eitt grundskeið í svimjireglum og annars ynskja at gera sítt til at skapa eina góða kapping. Síðan hevur Sørin havt skeiðir runt í landinum og stóð ymisku svimjifeløgunum tí í boði at taka lut. Fyrsta skeiðið var í Suðuroy í mai mánaða, har 23 luttakarar luttóku. Síðan varð farið til Klaksvíkar og Havnar, har ávíkavist 5 og 11 vóru við. Fyri 14 døgum síðan varð skeið hildið á Kambsdali fyri svimjifeløgunum í Eysturoynni og vóru har 27 luttakarar.
Støða er tikin til, at tað í framtíðini skal vera upp til svimjifeløgini, at boða frá um tey hava nøkur ið ynskja hjálparfólkaskeiðið.
Er áhugi, kann ein seta seg í samband við Sørin S. Djurhuus á tlf. 210667 ella á t-post: sorin-d@post.olivant.fo










