Svimji-gull til Danmark

21 ára gamla Lotte Friis vann um vikuskiftið eitt gullheiðursmerki fyri Danmark í heimsmeistarakappingini í svimjing.

Hetta gjørdi hon, tá hon svam 800 metrar frí í heimsmeistarakappingini í Rom, har eisini Pál Joensen hevur tikið lut. 8.15,92 var tíðin og hetta er næstskjótasta tíðin nakrantíð. Undan hesum hevði hon vunnið silvur í 1500 metrar frí. Lotte Friis hevur áður vunnið gull á sama teini, men í mun til langbanan nú, so var tað á stuttum teini tá.