Svimji- genturnar úr Rituvík

15 ára gamla Birita Debes og 16 ára gamla Astrið Foldarskarð eru ein sólskinssøga, ið veruliga hevur sett Rituvík á føroyakortið í svimjing, nú tær báðar í summar skulu umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Isle of Wight

Ein av teimum 15 bygdunum í Runavíkar kommunu er Rituvík, sum er niðursetubygd frá 1873. Har búgva í dag 268 fólk, men tað er ikki akkurát gerandiskostur, at Rituvík fer við yvirskriftunum ella fyllir síður upp og niður í bløðunum. Men nú kundi tað blivið so skjótt, at tað gjørdist øðrvísi.
Tá føroysk ítróttarfólk í summar í hópatali fara til Isle of Wight, sum hýsir Oyggjaleikunum hesa ferð, verður Rituvík sera væl umboðað millum føroysku svimjararnar, ið vanliga eru nógv teir størstu heiðursmerkjaslúkarnir. Tveir av teimum 14 svimjarunum, ið hava klárað kravtíðirnar, eru 15 ára gamla Birita Debes og 16 ára gamla Astrið Foldarskarð, sum í mong ár hava svomið saman.
– Síðani eg var heilt lítil, havi eg altíð elskað at verið í vatni. Eg byrjaði so at svimja í Flot sum seks ára gomul, og tá tað gekk væl, vant svimjingin bara meira og meira upp á seg, sigur Astrið, sum meira ella minni var orsøkin til, at Birita eisini fór at svimja.
– Eg var við Astrið til svimji­kapp­ing á Toftum, og av tí at eg ikki kendi nakra av hinum, ið svam har, fylgdist eg bara við henni. Áðrenn tað bleiv skipað svimjing í felagnum, plagdu vit at svimja hvønn fríggjadag, tá tað var almenn svimj­ing, so eg dugdi eitt sindur at svimja áðrenn, sigur Birita.
Báðar tvær hava síðani fyrsta­floks­aldur svomið við svimji­felag­num á Toftum, Flot, og longu frá fyrstu løtu sást, at evnini vóru framúr góð. Júst góðu evnini gjørdu, at tær báðar komu at svimja saman við eldru svimjarunum í felagnum, hóast tær vóru nógv yngri, og tað hevur eftir øllum at døma eisini givið teimum gott í beinið.

Hava skift felag
Longu fyri tveimum árum síðani vóru tær aktuellar, tá manningin til Oyggjaleikirnar í Álandi skuldi finnast, men tá avtornaði, slapp bara Birita avstað, tí evstu løtu bleiv Astrið yvirhálað. Eitt vónbrot, sjálv­andi, men tað gjørdi so ikki, at Astrið setti seg hendur í favn.
– Líka síðani tá havi eg vant meira og gjørt meira fyri tað, so eg havi lagt størri trýst á meg sjálva, tí eg vildi klára tað, so eg kundi sleppa við í ár í staðin. Tú kanst ætla, at eg gjørdist glað, tá tað nú eydnaðist, so eg beinleiðis kann fyrireika meg til at fara avstað í summar, sigur Astrið Foldarskarð, sum saman við Biritu Debes fyri kortum hevur skift felag, so tær ikki longur svimja fyri Flot, men svimjifelagið Ægir í Klaksvík.
– Nú hava vit alla okkara tíð vant í 16 metra hylinum á Toftum, men skuldu vit koma longur, noyddust vit at flyta, so vit kundu fáa tær røttu umstøðurnar. Eg haldi, at nú mátti onkur syrgt fyri, at vit fingu ein ordiligan hyl á Skálafjørðinum ella í øllum førum í Eysturoynni. Nógvir svimjarar eru í Runavíkar kommunu, so kanska tað er mest upplagt, at tað verður hon, ið tekur stigið til ein ordiligan hyl, sigur Birita Debes.

Krevur nógva tíð
At Birita sum ryggsvimjari og Astrið sum firvaldssvimjari hava nátt so góð úrslit við útgangsstøði í hylinum á Toftum, sum bara er 16,67 metrar langur, skuldi av røttum slett ikki borið til, men stendst eina og aleina úrslit av teirra evnum og vilja, umframt góða arbeiðinum frá venjarum teirra gjøgnum árini, sum hava verið Rúni Gaardbo og Rókur í Jákupsstovu.
Sum ryggsvimjari skal Birita helst hava møguleika at venja 15 metrar undir vatnskorpuni, men tað ber illa til, tá hylurin er so stutt­ur. Og sum firvaldssvimjari skal Astrið helst altíð hava eina geil fyri seg sjálva, men tað ber heldur ikki so væl til, tá hylurin á Toftum bara hevur tríggjar geilir.
At tær báðar eru fluttar til Ægir, er altso ein náttúrligur partur av menningini, og báðar tvær leggja sera nógv fyri – saman við familj­uni, sum er ein stórur partur av teirra svimjilívi. Frá mánadegi til leygardag venja tær tvær ferðir um dagin, um morgunin og seinna­partin, tvær ferðir hvørja ferð, og sunnudagin venja tær í minsta lagi seinnapartin og onkuntíð eisini um morgunin. So hetta krevur altso sera nógva tíð.
Morgunvenjingin hjá Ægir er longu klokkan fimm, so tá mugu tær tíðliga upp og tíðliga av húsum, umframt at tær skulu koyrast heimaftur, so tær kunnu møta í skúl­anum í Runavík. Sama søgan endur­tekur seg so seinnapartin, og hvørja ferð eru tað foreldur ella onnur í familjuni, ið hjálpa til við flutn­ing­inum, so Astrið og Birita kunnu fáa so mest burtur úr ítrótt­inum, tær eru so glaðar fyri.

Báðar gleða seg
Ikki minni spent til hesar Oyggja­leikirnar er Astrið Foldarskarð, sum gjørdist tann seinasti av teimum ellivu svimjarunum, ið beinleiðis megnaðu at svimja undir kravtíðina. Hetta var í firvaldssvimjing á 50 metra teininum, har hon hevði tíð­ina 29.10 sekund.
– Eg gleði meg altso rættiliga nógv til Oyggjaleikirnar á Isle of Wight, tí hetta er tað, eg havi sæð fram til og vant fram ímóti, sigur hon, samstundis sum tað næstan hoyrist á málinum á henni, at gleðin um plássið hesa ferð fullkomuliga hevur útstrikað skuffilsið, ið var seinast.
Birita, sum var við síðst, men tá mátti klára seg uttan Astrið í ferða­lagnum, er fegin vegna vinkonuna, at tær nú báðar kunnu fara avstað:
– Tað er sjálvandi nokk so stutt­ligt, at vit báðar eru náddar so langt, tá vit bara hava vant í hesum stutta hylinum øll árini. Men tað er sann­iliga eisini stuttligt, at vit báðar búgva í Rituvík og eru tveir av 14 oyggja­leikasvimjarum, sigur Birita, sum ikki var so bilsin, at hon slapp við til Oyggjaleikirnar aftur hesa ferð, tí tað var jú hennara egna gull­tíð frá leikunum í Álandi, sum var kravtíðin.
– Eg hevði sjálvandi væntað, at eg skuldi sleppa við, so tað var ikki so óvæntað. Men tað er ikki minni stuttligt fyri tað, tí Oyggjaleikir eru heilt øðrvísi enn aðrar kappingar hjá okkum. Her eru jú øll møgulig ítróttarfólk úr Føroyum, so tá vit ikki sjálvar kappast, kunnu vit hyggja at øðrum og síggja, hvussu gongst hjá teimum. Tað ger Oyggja­leik­irnar til nakað heilt serligt.