Svimjararnir seta heiðursmerkjamet

Føroysku svimjararnir vunnu á Oyggjaleikum á Rhodos í 2007 tilsamans 27 heiðursmerki, harav 15 vóru úr gulli, 6 úr silvuri og 6 úr bronsu.

 

Nú triði svimjidagurin av Oyggjaleikunum á Álandi er farin aftur um, er úrtøkan longu 15 gull, 7 silvur og 10 bronsu, ella tilsamans 32 heiðursmerki. Og framvegis er ein dagur eftir at kappast í.

 

Í dag vunnu Føroyar millum annað 5 gullheiðursmerki umframt onnur heiðursmerki, og í morgin eru aftur nógvar kappingar á skránni.