Skalt tú røkka úrslitum innan svimjing, er bara ein vegur: Venjing, venjing og aftur venjing. Men tað er ikki líkamikið, hvussu venjingin verður løgd til rættis, og fyri at fáa sum mest burturúr, hevur Svimjisambandið nú gjørt avtalu við estiska professaran, Rein Haljand, sum tvær ferðir um árið næstu trý árini fer at kanna og greina føroyskar svimjarar.
Við sjónbandsupptøkum kannar hann svimjiteknikkin hjá tí einstaka. Síðani verða upptøkurnar greinaðar og góð ráð givin um, hvussu teknikkurin kann betrast. Longu um vikuskiftið verða teir fyrstu 16 føroysku svimjararnir kannaðir og greinaðir.
At miðvísa arbeiðið hjá Haljand Rein gevur úrslit, sum veruliga muna, eru fleiri danskir svimjarar góð dømi um, tí har hevur hann verið inni í myndini í fleiri ár.
Danski elitusvimjarin, Jeanette Ottesen, er bara 21 ára gomul, men longu nú bjóðar hon heimselituni av, og har eru svimjararnir allir millum 25 og 30 ár. – Hasin maðurin er eitt flogvit, tí hann sær nøkur ting, sum eingin annar leggur til merkis, sigur hon um Rein Haljand.
Samstundis viðgongur hon, at hon fekk ein hvøkk av úrslitunum í fyrstu greinini, Haljand gjørdi av svimjiteknikki hennara. Tað ber til at røkka 100 prosentum í kanningunum hjá honum, men fyrstu ferðina, tá hon sum 16 ára gomul var kannað í 2004, rakk hon bara upp á 50 prosent:
– Eg fór at undrast á, um eg veruliga dugdi at svimja, tí hann fortaldi mær um bæði eitt og annað, sum eg gjørdi skeivt, og at enda helt eg, at eg einki gjørdi rætt. Tað var sera niðurtrykkjandi, fortelur Jeanette Ottesen í samrøðu við danska Jyllands-Postin.
Síðani hevur hon fylgt ráðunum frá estiska professaranum, og nú fimm ár eru liðin síðani fyrstu greiningina hjá Rein Haljand, skorar hon 98 prosent, og teknikkurin er broyttur so nógv til tað betra, at nú svimur hon næstan tríggjar metrar í hvørjum taki, í staðin fyri tveir, sum hon gjørdi frammanundan.