Svimjararnir eru frustreraðir, tí ilt er at siga, júst hví avrikini ikki eru sum vónað, sigur Rókur í Jákupsstovu. Saman við fýra føroyskum svimjarum er hann í Budapest í Ungarn, har HM í svimjing er í hesum døgum. Hetta er fyrstu ferð, at tey fýra, Signhild Joensen, Sára R. Nysted, Óli Mortensen og Róland Toftum, luttaka í HM í svimjing.
Úrslitini higartil hava tó ikki verið nógv at skriva heim um. Málið undan kappingini, og tað er tað enn, sambært Róki í Jákupsstovu, var at seta nøkur met, bæði persónlig og føroysk. Allir svimjararnir hava svomið, men enn hevur eingin verið í námind av at seta nakað met.
- Svimjararnir eru frustreraðir. Vit stríðast øll við at skilja, hví teir ikki náa upp á teirra vanliga støði, sigur Rókur í Jákupsstovu.
- Umstøðurnar eru av teimum bestu, men spurningurin er so, um vit hava trupult við at klára trýstið. Hetta er fyrstu ferð, at hesi fýra svimjararnir eru við og uppliva hvussu tað er at vera til HM. Vónandi kunnu tey venja seg við hetta og so klára seg betur í komandi kappingum, sigur Rókur í Jákupsstovu.
Superdraktmetini falla
Eingin ivi er um, at umstøðurnar í Budapest eru góðar. Tað sæst millum annað í, at fleiri heimsmet eru sett fyrstu dagarnar av kappingini. Fleiri av heimsmetunum sum nú falla, eru sett, meðan svimjararnir brúktu sonevndu superdrakturnar.
- Tað góða við at metini falla er, at tað nú er staðfest, at tað er svimjarin, og ikki draktin, sum er munurin. Hetta er eisini eitt gott signal til ungar svimjarar, at tað er ikki neyðugt við dýrari útgerð, men tað er svimjarin sjálvur, sum ger munin, sigur Rókur í Jákupsstovu.
- So er spurningurin, um draktirnar veruliga gjørdu nakran mun. Tað at rekordirnar nú falla, ger so, at vit kunnu leggja tað kjakið til síðis. Nú eru draktirnar hjá monnunum vorðnar so lítlar, at eg trúgvi heilt einfalt ikki, at tað skulu vera tær, sum gera munin, sigur hann.
Áskoðararnir eru væl við
Rókur í Jákupsstovu er ovfarin av, hvussu væl kappingin er fyriskipað og hvussu stóran fólksligan stuðul svimjingin eyðsæð hevur. Nógvir áskoðarar eru til kappingarnar longu frá morgunstundini og gangurin í høllini er nógvur, tá kappingarnar eru.
- Vit síggja eisini, at hetta ávirkar okkara svimjarar. Í dag hava tey svomið 4x100m blandaða svimjing, sum í veruleikanum bara var til stuttleikar. Føroyar svumu í sama riðili sum Ungarn og øll høllin kókaði, sum áskoðararnir stuðlaðu sínum egnu, sigur hann.
- Tað smittaði eyðsæð eisini yvir á okkara svimjarar, sum koyrdu á við fullari styrki beinanvegin, full av adrenalin. Trupulleikin var so, at tey gingu øll tóm móti endanum og mistu nógv. Meksikanski landsliðsvenjarin hjá okkum sigur tó, at splitt-tíðirnar vóru góðar. Tey vóru tó eisini glað og fegin um upplivingina, sigur Rókur í Jákupsstovu.
Hví gongur tað so ikki betri?
- Kanska eru tey yvirspent. Man skal vera júst á røttum stað fyri at prestera sítt besta. Og tað eru tað faktiskt ikki øll sum klára, heldur ikki hjá hinum tjóðunum. Hagtøl vísa, at um 90 prosent av svimjarunum megna ikki at svimja sítt besta til stóru kappingarnar. Tað eru nakrir fáir, sum skara framúr og seta heimsmet og vinna, men nógv eru, sum ikki megna trýstið. Vónandi kunnu okkara svimjarar taka hesa upplivingina við sær til komandi kappingar, sigur Rókur í Jákupsstovu.
- Svimjararnir vita væl, at tey ikki raka sítt besta støði, men tey eru ørkymlaði um, at tey ikki kunnu peika á, hvat er galið. Um tey vistu, at hatta er tað, sum skal broytast, so kundu tey tikið tað haðani, men tá tey ikki vita, so órógvar tað nógv meiri, sigur hann.
- Tað hevur ikki gingið eftir vild, men kortini ikki heilt galið. Tíðirnar eru framvegis nóg góðar til at vísa, at hetta eru bestu føroysku svimjararnir, sum eru her niðri og onkrir svimja eisini ársbesta, men her manglar kortini tað síðsta. Tey svimja gott, tíðirnar eru góðar í føroyskum høpi, men vit høvdu vónað, at tey vóru eitt vet betri, sigur hann at enda.