Tíðindaskriv
Vikuskiftið 9.-11. mars var stór svimjikapping hildin í Esbjerg fyri rørslu- og menningartarnað. Við í kappingini vóru fimm føroyskir svimjarar: Ragnvaldur Jensen, Apolonia Justesen, Dann Akursmørk, Osvald Hansen og Heidi Andreasen.
Danish Open er opið Danmarkmeistaraskap fyri svimjarar við breki, t.v.s at svimjarar kring allan heimin verða bjóðaðir at vera við. Millum luttakandi londini vóru m.a. Kina, Ungarn, Týskland og Holland, sum eiga nógvar av heimsins bestu svimjarum. Fleiri av teimum vóru eisini við til hesa kappingina, so stuttligt var at síggja, hvussu væl okkara svimjarar royndust í hesum høpi.
Úrslitið hesaferð gjørdist tilsamans 15 heiðursmerkir: 6 gull, 4 silvur og 5 bronsuheiðursmerkir, sum er eitt avbera gott úrslit. Heidi Andreasen svam heim 4 gull og 3 bronsuheiðursmerkir, Apolonia Justesen fekk 2 silvur og 2 bronsuheiðursmerkir og Ragnvaldur Jensen 2 gull og 2 silvurheiðursmerkir.
Ein týðilig betring sást hjá øllum okkara svimjarum. Fleiri persónlig met vóru sett, sum í svimjarahøpi siga nógv meira enn eitt heiðursmerki. Serliga tá talan er um 9-ára gamla stjørnuskotið Dann Akursmørk úr Klaksvík. Hóast Dann eingi heiðursmerkir vann í hesari kappingini, svam hann nakrar framúr tíðir, sum leggja hann í toppin ímillum sínar javnaldrar. So vónirnar eru stórar fyri unga svimjaran.
Fyri góðum mánaða síðani var landsliðið yviri í Malmø, har tey luttóku í Malmø Open. Úrslitini frá hesari kappingini vóru framúrskarandi. Allir svimjararnir settu persónlig met í næstan øllum, sum varð svomið. Svimjararnir fingu 2 gull, 2 silvur og 1 bronsuheiðursmerki við heim og harafturat eitt steyp, sum Ragnvaldur Jensen svam heim í FIFH-Cup í 50 metra frísvimjing.
Næsta stóra svimjikappingin verður International German Swimming Championships í Berlin. Kappingin er av sama slagi sum Danish Open, men nógv størri. Tað er til hesa kappingina, vit kunnu vænta at síggja heimsins bestu svimjarar við breki. So spennandi verður at síggja, hvussu føroysku svimjararnir fara at klára seg ímóti teimum.
Annars kunnu úrslitini frá Malmø Open síggjast á www.malmo-open.com, og úrslitini frá Danish Open kunnu síggjast á www.swim.dhif.dk/danishopen.html