Svimjarar smá framstig

Royndir og greiningar hjá estiska professaranum, Rein Haljand, geva fleiri av føroyskum toppsvimjarunum nakað at hugsa um, tí teir ikki gera nóg stór framstig í betringini av svimjiteknikkinum

Rein Haljand, sum hevur kannað føroysku landsliðs­svimj­ararnar síðstu trý árini, var aftur í Føroyum herfyri, og niðurstøða hansara var tá, at svimjararnir ikki høvdu flutt seg so langt, sum væntað, men at teir eru lýdnir og ágrýtnir, so framvegis er nógv at arbeiða við, ið kann gera mun.
Arbeiðsmátin hjá estiska professaranum er, at hann filmar og greinar svimjitekn­ikkin, og hann hevur drúgvar royndir, ið ganga heilt aftur til 1972. Serliga hevur hann áhuga fyri Páli Joensen, og sum esti vil hann fegin hjálpa Norður­londum fram á leið í altjóða svimjing.
Nú hann aftur kannaði før­oysku svimjararnar, kundi hann staðfesta, at í onkrum før­um vóru feilir framvegis ikki rætt­aðir, sum tey fingu at vita um bæði í fjør og fyrraárið, men í onkrum øðrum førum høvdu svimjararnir tikið við ráðunum. Sum heild vísti tað seg tó, at før­oysku svimjararnir ikki fylgdu ráðunum í sama mun sum svimjarar aðrastaðni.
Kortini tekur tað einki frá føroysku svimjarunum annars, tí tað er undrunarvert, at fleiri hava fingið so góð úrslit, sum tey hava – enntá uttan at hava fylgt vegleiðingini frá Rein Haljand, sum annars letur væl at svimjarunum, sum hann heldur hava góð evni.