Svimjarar úr Fuglafirði skriva søgu!

Í vikuskiftinum skipaði svimjifelagið Reki fyri stórari svimjikapping í Leirvík. Tiltakið var sera væl eydnað, og nógvir luttakarar vóru møttir

Millum teir nokk mest sermerktu vóru trýggir bróður – trýburðar, og teir umboðaðu Fuglafjarða Svimjifelag, hesir eru Jacobsen brøðurnar; Theodor, Tórur og Birgir. Afturat teimum høvdu teri einans brúk fyri einum, til tess at manna eina stafett, og so var. Teir høvdu Jørmund Torkilsson afturat sær.

Hesir fýra ungu piltar svumu finalu móti einum liði í Reka, men hesir vórðu, ungu fuglfirðingunum ov sterkir, og Reki vann sostatt. Finalan, talan er um í hesum føri, var 4x33 metur fyri dreingir.


Eindømi

Tað man vera fyrstu ferð í føroyskari svimjisøgu, at trýburðar svimja í somu stafett í kapping í Føroyum, og má tað sigast at vera ikki sørt stuttligt hjá hesum ungu piltum, at sleppa at uppliva hetta.


Kappingin var annars skipað soleiðis, at kappast varð í trimum bólkum, hesir vóru: Bólkur 1 (0-10 ár)

Bólkur 2 (11-12 ár)

Bólkur 3 (13-14 ár)


Kapingin gekk væl hjá summum feløgum, og minni væl hjá summum. Niðanfyri sæst samlaða heiðursmerkjabýtið í hvørjum einstøkum bólki:




Í Faktaboks:



Bólkur 1 

                 Gull Silvur Bronsa

H.S.            9    3       0

Ægir           4    4       4

Reki            1    7       2

F.S.             0    2       0

SuSvim        0    1       5

Skeggjar     0    0       0

Flot             0    0       0



Bólkur 2 

                 Gull Silvur Bronsa

SuSvim      6     9       7

Reki           5     0       2

Ægir          4      2       3

Flot           1      2       3

F.S.           0      2       0

H.S.           0     0        0

Skeggjar   0      0       0



Bólkur 3 

                  Gull Silvur Bronsa

Flot            7     3        8

Reki           6     6        5

F.S.            2     5        0

Skeggjar    1     0        0