Fyri at ogna sær gullnál skulu svimjararnir svimja í eini tíð, sum tryggjar teimum minst 730 stig, og hetta megnaðu tær báðar á teininum 800 m frí fríggjakvøldið. Jutta Thomsen svam í tíðini 9.09.69, og hetta tryggjaði henni 737 stig, meðan Mona Simonsen kom á mál beint í hølunum á Juttu í tíðini 9.09.95. Hetta tryggjaði henni 736 stig. Tíðirnar hjá teimum vóru so góðar, at báðar svumu undir fyrrverandi føroyska metið á hesum teininum, og sostatt eigur Jutta Thomsen nýggja metið á teinunum 800 m frí.