Svimja til Nólsoyar 16. august

Í ár verða tveir teinar at svimja

Tann vanligi, har byrjað verður niðanfyri hjá radioamatørunum. Teinurin er 4.000 metrar til Nólsoyarbygd. Hin teinurin er 1.000 metrar, har byrjað verður frá báti, ið liggur úti fyri bygdini.

Øll møtast hjá radioamatørunum klokkan 15. Klokkan 16 leypa tey, ið svimja 4.000 m, á bláman yviri við Strond við Stóradam, niðanfyri hjá radioamatørunum. Tey, ið svimja 1.000, fara samstundis í bátarnar og sigla til startmálið 1.000m úr Nólsoyar bygd, har tey byrja svimjingina klokkan 17. Málið hjá báðum bólkum er Heiðursportrið niðri á keiini í Nolsoy.