Ovastevnan verður ikki fyrr enn um eina viku, men longu nú leygardagin verður farið undir árliga svimjitúrin til Nólsoyar. Hetta tí streymurin er rættiliga harður, tá ovastevnan sjálv stendur á skránni.
Byrjað veðrur klokkan 13 yvir við Strond við Stóradamm, og so skulu teir fýra kilometrarnir út til Nólsoyar svimjast. Málið er við Heiðursportrið, og koma svimjararnir á land aðrastaðni á oynni, skulu hesir renna yvir til málið.
Kravt verður av svimjarunum, at hesi skulu vera í b´únum, sum hóska seg til avbjóðingina, eins og bátar við neyðugu trygdarútgerðini skulu fylgja hvørjum einstøkum svimjara.










