Í dag skipar Havnar Svimjifelag fyri svimjikapping í svimjihylinum á Argjum.
Tað er ikki vanligt at hava kappingar í lítla hylinum har – helst er tað ein fjórðingsøld síðani seinast - men hetta verður gjørt, so yngru og meira óroyndu limirnir hjá felagnum sleppa at royna seg í kapping. Og undirtøkan er stór – felagið hevur teknað 61 svimjarar til í aldrinum 7 til 12 ár. Hartil koma so svimjarar hjá hinum feløgunum í landinum.
– Hóast felagnum manglar klorvatn í stóran mun, so eru um 330 svimjandi limir hjá Havnar Svimjifelag, harav 250 eru børn og ung, sigur Finnbjørg Nattestad frá Havnar Svimjifelag.
– 19 venjarar og hjálparvenjarar eru harafturat. Hesi deila so hyljatíðina sum frægast ímillum sín, men lættast og rættast var sjálvandi, at felagið fekk sín egna svimjihyl, heldur hon.
Børnini hjá felagnum, sum fara at kappast í morgun, svimja á ymiskum liðum: tey eru deild upp í bólkar sum “Eitt sindur roynd”, “Roynd”, “SvimExtra” og so úrvalsliðini 3. og 4. lið. Svimjihylurin á Argjum er 16,5m langur, og er tað ein fín longd hjá teimum nýggjastu og meira óroyndu svimjarunum.
– Hjá teimum er ov langt at svimja 25- og 50m-kappingar, so í dag er ein góður møguleiki hjá teimum at royna seg í kapping fyri fyrstu ferð. Og tá er tað ein sigur bara at koma allan vegin yvir, uttan at traðka niður á botnin. Tey fáa samstundis stemningin við, og eru ordiliga klár, tá kappingarnar seinni gerast meira krevjandi, og tey fáa hug at vinna medaljur, sigur Finnbjørg Nattestad.
Vanliga eru einar 4-5 kappingar í lítlu 16,5m hylunum í landinum um árið – teir eru á Toftum, í Leirvík og í Fuglafirði. Aldursmarkið er altíð upp til 12 ár, og deilt upp í tvey umfør, har fyrra umfarið er fyri svimjarar 10 ár og yngri, og seinna umfarið er fyri tey 11-12 ára gomlu.