Svimjing
Elspa Mørkøre átti sín stóra part, tá føroyska svimjilandsliðið fyri tveimum árum síðani gjørdi eitt methál.
Elspa sjálv hevur tó flaggað út, og er tí ikki longur partur av føroyska landsliðnum, men hetta tykist ikki nerva føroysku úrtøkuna á Álandi.
Aftur mikudagin togaðu førosyku svimjararnir fimm gullmerki heim, og hóast vit nú kunnu iðra okkum um tvær kolldømdar stafettir, so er lítil ivi um, at nýtt met verður sett seinnapartin í dag, tá vit heilt víst eru partur av fleiri finalum.
Mona tók alt á bóli
Mona Simonsen svam ein framúr góðan 400 metur í frísvimjing. Mona var annars tilmeldað við triðju bestu tíðini, men í finaluni gjørdi hon bart, og svam seg til gull og nýtt oyggjaleikamet.
Bjørg Seloy vann óvæntað bronsu i 200 rygg, og Kári J. á Høvdanum nærum líka so óvæntað bronsu í 50 firvald. Og hóast Malan var væntað at gera seg galdandi í 100 bringu, so var tíðin og føroyska metið 1:13.13 framúr, tá ið hugsað verður um, at hon dregist við ein skaða í økslini.
Hinvegin kiksaði tað akkurát hjá Kára og Guðruna av vinna heiðursmerki í ávíkavist 200 rygg og 50 firvald, hóast tey vóru styrkismett at verða rættiliga tryggir heiðursmerkjakandidatar.
Pál var bara 12 hundraðpartar frá gullinum í 100 blandað, og 4x100 blandað liðsvimjingin hjá monnum var eisini bara 33 hundraðpartar frá gullinum har, eftir at hava svomið eini 5 sekund undir mettíðina frá Oyggjaleikum á Álandi, og eini 11 sekund undir landsliðsmetið.?










