Svimja í Danmark

30 ungfólk úr Havn fara um vikuskiftið at kappast í stórari danskari svimjikapping

 

Svimjing


Í morgin, hósdagin, fara 30 svimjarar frá Havnar Svimjifelag til Danmarkar at luttaka í opnari svimjikapping. Hetta er ein kapping hjá felagnum, Swim-West í Esbjerg, og verður kappast í aldursbólkunum 11 til 15 ár. Talan er um eina av heilt stóru kappingunum í Europa, og fara í alt einir 1.900 svimjarar at luttaka. Kappast verður í døgunum, 25. ? 27 mei.

Í tíðindaskrivi sigur svimjisambandið, at endamálið við ferðini er at geva ungu svimjarunum møguleika at royna seg í stórum kappingum. Nakað sum felagið sigur vera sera týdningarmikið til tess at menna ungu talentini, sum eru í felagnum.