Svimja aftur í Kollafirði um fýra mánaðir

Ein varislig meting sigur, at tað verður ikki fyrrenn um einar fýra mánaðir, at svimjihøllin í Kollafirði kann takast aftur í brúk eftir eldsbrunan sunnunáttina Tað sigur Tórshavnar Býráð.

Eldur var í svimjihøllini í Kollafirði sunnunáttina.

Løgreglan segði, at onki bendi á, at eldurin varð ásettur. Hinvegin eru tekin um, at hann kyknaði hitarúminum, tí har er skaðin størstur.

Men tekniskar kanningar skulu nú royna at staðfesta orsøkina.

Fólk frá Húsaumsitingini hjá býráðnum og tryggingini, hava skoðað skaðan og tey hava staðfest, at talan er um stóran skaða, bæði beinleiðis av eldinum, men eisini av roykinum.

- Hetta kemur dátt við, nú svimjihøllin fyri stuttum er høvuðsumvæld, sigur býráðið.

Ein varislig meting sigur at tað verður ikki fyrrenn í mars mánaði at svimjihøllini í Kollafirði kann takast aftur í brúk.

Men hetta kann tó fara báðar vegir, tá ið tað endaliga er staðfest, hvussu umfatandi skaðin er.

Sum vanligt er, tá ið tílíkir skaðar henda, skal løgreglan kanna skaðastaðið nærri, áðrenn skaðin verður leysgivin.

Sambært løgregluni verður skaðin helst leysgivin í dag og tá ber til at staðfesta, hvussu umfatandi skaðin er og síðani fer húsaumsitingin undir at fáa eldskaðan afturgjørdan.

Skaðin er umfataður av tryggingini, sum í hesum føri er Tryggingarfelagið Føroyar, sigur Harald Bjørgvin, leiðari á Húsaumsitingini.