Øll tey sum í dag hava fingið sms-boð frá einum, sum útgevur seg fyri at vera Posta, skulu ikki lata seg lumpa, tí talan er um svik.
Edvard Remberg, stjóri á Posta sigur, at telefonin hjá teimum hevur gingið heit í morgun, tí so nógv fólk hava ringt.
– Fleiri hava eisini tíverri bitið á og trýst á leinkjuna. Tá koma tey inn á eina kopisíðu, sum líkist síðuni hjá Posta við fyrsta eygnabrá. Men tú varnast skjótt, at talan er um eina falska síðu, sigur hann.
Hann sigur víðari, at svikararnir siga, at at pakkin er komin til »sorteringsmiðstøð okkara, men vit kunnu ikki avhenda hann orsaka av ófullfíggjaðari adressu«.
Síðani verða fólk biðin um at dagføra sínar upplýsingar á eini falskari postasíðu. Slóðin í sær sjálvum sær ikki sørt misteinkilig út.
Síðani verður hótt við, at um tú ikki dagførir tínar upplýsigar, og rindar eitt lítið gjald upp á kanska 9,19 krónur, so verður pakkin sendur avstaðaftur.
Tað er hetta lítla gjaldið, sum fleiri fólk hava goldið, og tá er galið, tí tá hava svikararnir fingið tínar kortupplýsingar, og tá er eitt at gera – at biða bankan sperra kortið.
Edvard Remberg, stjóri á Posta, sigur, at tey hava tosað við bæði løgregluna og Talgildu Føroyar um málið.











